Norðurlandahúsið var skrýtt við fløggum í bókstaviliga øllum ælabogans litum, tá ANSO-ráðstevnan varð sett í gjár, og skráin hesar dagarnar verður eisini rættiliga fjølbroytt.
Í gjár vóru fundarluttakararnir í Nólsoy á vitjan, og fyrrapartin í dag verður kjakast, um til ber at vera bæði samkyndur og trúgvandi.
Í morgin og ovurmorgin, mikudagin og hósdagin, verða trivnaðar- og heilsmál hjá samkyndum viðgjørd.
Fríggjadagin verður tikið saman um á tíðindafundi, og leygardagin verður ivaleyst tað mest sjónliga tiltakið á skránni. Tá verður nevniliga skipað fyri sokallaðum Pride, sum er ein skrúðgongu gjøgnum Havnina.
Byrjað verður klokkan 14 við sangi og talu á Vaglinum, og síðani verður farið til gongu gjøgnum býin.
Luttakarnir eru úr øllum londunum og teimum sjálvstýrandi økjunum í norðurlondum uttan Álandi.










