Ansni og Tilbúgvingarstovan lagt saman

Ansni og Tilbúgvingarstovan hava lagt saman, og Tilbúgvingarstovan er nú partur av Ansni-samtakinum. Navnið er broytt til Ansni Tilbúgving Sp/f, men navnið Tilbúgvingarstovan kemur framvegis at verða nýtt. Tilbúgvingarstovan var sett á stovn í 2003 av Jógvani Jensen, sum tá hevði arbeitt 23 ár á Landssjúkrahúsinum innan Ambulansatænastuna. Tilbúgvingarstovan hevur spesialiserað seg í skeiðum, sum hava við fyrstuhjálp og trygd at gera.

Orsøkin til samanleggingina er, at vit síggja stórar framtíðarmøguleikar innan trygd og tilbúgving og fáa savnað størri ekspertisu á einum stað, siga Helgi Justinussen og Jógvan Jensen frá ávikavist Ansni og Tilbúgvingarstovuni.