Ansingartørvurin næstan horvin

Tórshavnar kommuna nærkast nú máli sínum um, at barnaansingartørvurin verður nøktaður. Tveir nýggir barnagarðar eru nú reistir, sum hvør fara at hýsa um 60 børnum. Hetta fer so at merkja, sum støðan er í dag, at tá báðir teir nýggju stovnarnir eru tiknir í nýtslu, verða ongi børn á bíðilistanum hjá Tórshavnar kommunu. Tað var eisini málið hjá býráðnum, at við árslok 2005 skuldu ongi børn standa á bíðilista til ansingarpláss.
Týsmorgunin varð nýggi barnagarðurin undir Brúnni reistur, og verður hann sum skilst tikin í nýtslu seinni í ár.