Nú skúlarnir byrja aftur, vil Ráðið fyri Ferðslutrygd heita á bilførarar at vísa serligt varsemi í ferðsluni.
Eini 700 børn skulu á fyrsta sinni finna sær veg millum heim og skúla. Børnini eru lítil á vøkstri og kunnu tí vera trupul at síggja millum bilarnar. Tey skulu samstundis venja seg við at ferðast einsamøll í ferðsluni.
Góð ráð til foreldur eru at finna á: www.ferdslutrygd.fo