Ansaðu ikki nóg væl eftir í hálkuni

Eingin fólkaskaði var, men summir av bilunum fóru illa

Í gjár vóru heili sjey ferðsluóhapp meldað til løgregluna. Løgreglan sigur, at talan var bara um skrokkskaðar og ikki um fólkaskaða.  Í tveimum førum hendi óhappini tí at tað var hált og tað kom óvart á bilførarar. Tey bæði óhappini hendu á Oyggjarvegnum, beint oman fyri Havnina í gjáramorgunin. Har var kalt um náttina og tað var sum á kalvabaki og tveir bilar fóru útav. Teir vóru annars væl skøddir við vetrardekkum, men førararnir mistu altso tamarhaldið á teimum í hálkuni.

 

Í tveimum førum var seyður ákoyrdur. Í tí eina førinum var ein seyður ákoyrdur oman fyri Vestmanna. Men bilførarin, sum koyrdi aftan fyri bilin, sum rendi á seyðin, var gáloysin og rendi upp í reyvina á honum. Báðir bilarnir fingu so mikið av skaða, at bjargingarliðið mátti til at fáa teir burtur aftur, men bilførararnir sluppu snikkaleysir.

 

Í slíkum førum, har skaði stendst av, at bilførarar rena á bilin frammanfyri tí at teir ikki halda neyðugu frástøðuna, plagdi bilførarin fáa 1.500 krónur í bót og klipp í koyrikortið.

 

Løgreglan heitir nú á bilførarar um at fáa bilin vetrarkláran og at fáa vetrardekk undir. Men løgreglan minnir eisini á, at hóast bilurin hevur vetrardekk, skal bilførarin altíð koyra eftir umstøðunum – og halda seg passaliga langt aftan fyri bilin frammanfyri.