Ansa eftir høsnarunganum

Ráur høsnarungi er ein stórur smittuvandi og tí er týdningarmikið at ansa sær, tá ein ger døgurða.

Tað eru nógvar bakteriur í ráum høsnarunga, tí er tað so týdningarmikið at kjøtið verður hagreitt rætt.

 

Rátt høsnarungakjøt er ein rávøra, sum er sera týdningarmikil at goyma rætt, tí tað inniheldur nógvar bakteriur, sum kunnu vera vandamiklar fyri okkum. Tí er tað sera týdningarmikið, at vit fara væl um, tá vit fáast við høsnarunga og vaska okkum væl um hendurnar.

 

Her eru nøkur góð ráð frá norska matvørueftirlitinum:

- Minst til, at kjøtið ikki er sterilt, og at tað eru bakteriur á kjøtinum, sum ikki doyggja, fyrr enn kjøtið er hitaviðgjørt. Ansa eftir, at tú ikki dregur hesar bakteriurnar um køkin við kjøtsaft á hondunum, skerifjølum ella køksútgerð.

 

- Et einans høsnarunga, sum er heilt gjøgnumstoktur ella -kókaður. Ný steikitermometur, um tú steikir heilan høsnarunga. Tú kanst eisini draga lærið av og kanna eftir, um kjøtið rundan um mjødnina eisini er vorðið hvítt. Um kjøtið er reytt ella ljósareytt, er tað ikki stokt nóg væl.

 

- Um tú steikir høsnarungabringu kanst tú rena ein knív í tjúkkasta partin og kannað eftir, um kjøtsaftin, sum tá rennur úr, er klár. Er hon reyð ella ljósareyð má kjøtið steikjast eina løtu afturat.

 

- Einki er í vegin fyri at steikja høsnarunga og grønmeti samstundis á pannuni, so leingi sum steikitíðin er nóg long til at høsnarungin verður gjøgnumstoktur og at grønmetini fáa somu hitaviðgerð. Tað sama er galdandi, tá høsnarungi verður koyrdur í súpan: Súpan má kóka so mikið leingi, at høsnarungin verður kókaður ígjøgnum.

 

- Um tú hevur rent oddin á einum knívi í ein pakka av ráum høsnarunga ella farsi av høsnarunga, mást tú ikki nýta sama knívin til annað, til dømis at skera salat við, av tí at hetta kann føra til krosssmittu. Onkur hevur kanska snarað pakkanum á, so at kjøtið hevur nortið við plastikklokið, og so eru bakteriur á lokinum. Tí má hesin knívurin einans nýtast til ráan høsnarunga.

 

- Minst til at vaska tær um hendurnar aftan á, at tú hevur drigið plastlokið av ella tikið lítlu blæuna, sum ofta liggur undir kjøtinum, burtur. Hetta er alt óreint, tí tað hevur nortið við ráan høsnarunga.

 

- At frysta høsnarungan drepur ikki bakteriurnar. Um tú skalt tina høsnarunga, má hann takast út í góðari tíð og tinast í køliskápi. Tá forðar tú, at bakteriurnar spjaða seg. Tú kanst eisini leggja kjøtið í kalt vatn í einum afturlatnum posa. So tinar hann skjótari. Tað er heldur einki í vegin við at tina hann í mikrobylgjuovni, men ansa eftir vandanum fyri krosssmittu, um kjøtsaft sprutar í ovninum ella rennur niður á borðiskin.

 

 

- Tað er sera týdningarmikið at vaska sær væl um hendurnar. Vaska tær ofta og væl við sápu og so heitum vatni sum gjørligt, um tú hevur nortið við ráan høsnarunga. Ansa eftir at vaska undir neglunum og eftir naglabondunum.

 

- Um tú ikki vilt vaska hendurnar so ofta, lat teg so í handskar ella drag ein plastposa yvir hendurnar. Tú kanst eisini halda kjøtinum við einum gafli, meðan tú sker kjøtið.

 

- Aftan á at hava skorið ráan høsnarunga, mást tú skola køksreiðskapin í køldum vatni fyrst, fyri at fáa proteinurnar burtur. Skola síðani í heitum vatni fyri at fáa sum mest av feittinum burtur. Lat síðani sápuna liggja á reiðskapinum eina løtu, so restin av feittinum verður upplýst. Skola útgerðina í kókandi ella ógvuliga heitum vatni aftaná. Lunkað vatn drepur ikki bakteriurnar.

 

- Uppvaskbustin verður krosssmittað, tá tú nýtir hana til at vaska ráan høsnarunga av køksútgerðini, so hon skal helst gníggjast í sápu og skolast væl undir heitum vatni aftaná. Tú kanst eisini koyra hana í uppvaskimaskinuna.