Annika: Vit kvinnur hava nakað at prógva

Brot úr grein í Sosialinum í dag. Sí stórt portrett av nýggja borgarstjóranum í blaðnum, sum verður í handlunum seinnapartin í dag. 

 

 

Hóast Annika Olsen ikki er fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Lisbeth L. Petersen var borgarstjóri frá 1992 til 1996, so hevur tað aldrin áður verið so stórur meiriluti av kvinnum í býráðsmeirilutanum.

 



Heili fimm av teimum sjey býráðslimunum í meirilutanum eru kvinnur, og tað setur nøkur krøv ásannar borgarstjórin.

 


- Kvinnur fáa mangan skotið í skógvarnar, at tær ikki kunnu samstarva, og um tær eru ov nógvar, so endar tað bara í klandri. Vit fimm hava eina ábyrgd at prógva, at soleiðis er tað ikki, sigur Annika Olsen.

 


Higartil metir borgarstjórin eisini, at hon hevur alla orsøk at vera bjartskygd um samstarvið.

 


- Samstarvið higartil ber boð um nýggjar tíðir fyri kvinnur í politikki. Talan er um eina góða samanseting av fimm kvinnum og tveimum monnum við ymiskum útbúgvingum og royndum. Politiska trýstið á okkum síðan november hevur longu prógvað, at vit megna at standa móti teimum størstu politisku stormunum, sigur Annika Olsen og sipar til vikurnar eftir, at flokkarnir gjørdu avtalu um samgongusamstarv.