Nærum allan juli mánaða hevur Annika Olsen røkt starvið sum Føroya løgmaður, meðan Kaj Leo Johannesen er í summarfrí.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Annika Olsen vikarierar fyri Kaj Leo, men hetta er fyrstu ferð, at hon hevur verið virkandi løgmaður eitt so langt tíðarskeið.
Tað verður tískil Annika Olsen, sum leiðir landsstýrisfundin, sum verður í dag klokkan 13.
- Tað eru bert tvey mál á skránni til fundin í dag. Annað er lógin um vinnuligan fiskiskap, og hitt málið snýr seg um býtið av inntøkum millum land og kommunur, sigur Annika Olsen.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum hevur verið burturstaddur í summarfrí meginpartin av juli mánaða, kemur aftur til arbeiðis 27. juli, og skal sum kunnugt halda løgmansrøðu, tá tingið kemur saman á ólavsøku, 29. juli.