– Fyrr enn fríggjadagin verður tað ikki.
Tað er tað einasta, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fæst at siga, tá vit spyrja hann, nær nýggja samgongan verður skipað.
Tað hevur verið eitt sindur av spenningi í sambandi við skipan av nýggjum býráð í Havn. Av royndum vita fólk, at avtalður, sum verða gjørdar, ikki altíð halda, og tí hevur nýggi meirilutin í býráðnum í Havn strongt á fyri at fáa nýggja býráðið skipað.
Men tað er bara Heðin Mortensen, sum hevur vald at kalla nýggja býráðið saman. Hann er fyrstvaldi býráðslimur, tí hann hevur flestar atkvøður á størsta listanum. Tað stendur í kommunuvallógini, at fyrstvaldi býráðslimur skal kalla nývalda býráðið saman. Tað stendur einki um, nær tað skal gerast. Tað skal bara gerast fyri 1. januar, og at tað verður gjørt, sigur Heðin Mortensen.
Undir øllum umstøðum, so taka nýggju bý- og bygdarráðini ikki við fyrr enn 1. januar – bæði tey, sum longu hava skipað seg, og tey, sum ikki hava skipað seg enn.
Men tað er ikki vist, at sitandi býráð hevur havt sín síðsta fund. Heðin Mortensen sigur, at onkur smámál eru eftir, sum tey kundu hugsað sær at fingið avgreitt áðrenn, og so eisini málið um byggingina av nýggju kirkjuni á Argjum.
– Vit hava tó ikki tikið støðu til tað enn. Samgongan hevur fund í kvøld, og tá tosa vit nærri um tað, sigur Heðin Mortensen.
TÓRSHAVNAR KOMMUNA býráðsvalið 8. november 2016: | ||||
Flokkur | Atkvøður | % | Vald | |
A. | Fólkaflokkurin | 1.659 | 13,7 | 2 |
B. | Sambandsflokkurin | 1.209 | 9,9 | 1 |
C. | Javnaðarflokkurin | 4.764 | 39,2 | 5 |
E. | Tjóðveldi | 3.378 | 27,8 | 4 |
F. | Framsókn | 1.094 | 9,0 | 1 |
G. | Uttanflokkalistin | 48 | 0,4 | 0 |
Atkvøður | 12.197 |
| Blankar/Ógild. | |
Valrætt/Valluttøka | 15.340 | 79,5% | 37/8 |
NÝVALT KOMMUNUSTÝRI:
Nr. | Listi | Navn | Atkv. |
1 | A | Annika Olsen | 332 |
2 | A | Bogi Andreasen | 303 |
3 | B | Annfinn Brekkstein | 366 |
4 | C | Heðin Mortensen | 2506 |
5 | C | Tróndur Sigurðsson | 676 |
6 | C | Bjørghild Djurhuus | 218 |
7 | C | Helena Dam á Neystabø | 145 |
8 | C | Halla Samuelsen | 143 |
9 | E | Gunvør Balle | 514 |
10 | E | Marin Katrina Frýdal | 468 |
11 | E | Jákup Dam | 417 |
12 | E | Turið Horn | 385 |
13 | F | Bergun Kass | 188 |