Annika onga viðmerking

Ætlanarskrivið er ikki alment atkomiligt – í hvussu er ikki enn – og í løtuni havi eg onga viðmerking til tað ítøkiliga í skrivinum, sigur Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri

Stóru tíðindini í gjár – alla aðra staðni enn í Kringvarpinum – vóru, at tíðindaleiðarin, Jón Brian Hvidtfeldt, hevði fingið ætlanarskriv frá stjóranum, Anniku Mittún Jacobsen.
Tíðindaleiðarin varð samstundis fyribils settur frá starvi sínum, og um vikuskiftið boðaði Annika Mittún Jacobsen frá, at Ingi Rasmussen við tænastuboðum er settur sum virkandi tíðindaleiðari.
Kringvarpsstjórin sigur í ætlanarskrivinum, at orsøkirnar til skrivið eru eitt nú samstarvstrupulleikar, ovurnýtsla av peningi í triðja ársfjórðingi, og harav mist álit á tíðindaleiðaran.
Annika Mittún Jacobsen hevur tó onga viðmerking, hvørki til samstarvs trupulleikarnar ella til støddina av ovurnýtsluni av pengum.
- Talan er um eitt persónsmál, og eg havi ongan hug til at gera nakra viðmerking til málið í løtuni, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Í gjár kom eisini fram, at 17 av starvsfólkunum á tíðindadeildini hava skrivað undir eitt skriv, har tey mótmæla, at Jón Brian Hvidtfeldt hevur fingið ætlanarskrivið sum er forleyparin til endaligu uppsøgnina sum tíðindaleiðari.
Men heldur ikki um tað vil kringvarpsstjórin úttala seg.
- Eg eri fegin um, at Jón Brian Hvidtfeldt fær stuðul, men eg havi framvegis onga viðmerking, heldur ikki til tað, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Sum nevnt í Sosialinum í gjár hevur Jón Brian Hvidtfeldt fyribils valt at mótmæla ætlanarskrivinum, og hann hevur 14 daga freist at svara endaliga frá 29. desember at rokna.
Verður hildið fast um ætlanarskrivið og uppsøgnina sum tíðindaleiðari, stendur framvegis Jón Brian Hvidtfeldt í boði at halda fram sum vanligur tíðindamaður.