Annika Olsen og Sirið Stenberg í hornatøkum

Tær vóru óvanliga hvassorðaðar ímóti hvørjari aðrari

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í kommunumálum, vóru í einum óvanliga hvøssum orðadrátti í Løgtinginum fríggjadagin.

 

Løgtingið umrøddi eitt uppskot frá Anniku Olsen og Jákupi Mikkelsen úr Fólkaflokkinum um at  nokta borgarstjórum eisini at vera løgtingislimir.

 

Tað merkir, at borgarstjórar, sum sita í fullum starvi, og sum eisini verða valdir á Løgting, skulu ikki sleppa at sita í báðum størvum, men mugu velja annað.

 

Sirið Stenberg, sum umsitur kommunumál, heldur, at tað er órógvandi at fáa eitt uppskot sum hetta beint upp undir eitt kommunustýrisval.

 

- Hetta er eitt mál, sum eigur at viðgerast í góðari tíð, tí at viðgera eitt mál, sum hetta, beint uppundir væl, kann gera fortreð og tað kann verða til størri skaða enn gagn.

 

Hon heldur, at hetta er ein grundleggjandi spurningur um at vera undir fleiri hattum, við tí vanda at koma í stríð við seg sjálvan. Hinvegin heldur hon, at tað er tydningarmikið hjá løgtingslimum at hava gott innlit.

 - Men løgtingslimir skulu ikki gloyma, at teir umboða alt Føroya fólk, helt hon

 

Hetta fekk rættiliga øði í Anniku Olsen.

- Eg eri serstakliga vónbrotin av eini landsstýriskvinnu, sum onga meining hevur, staðfesti hon, hvassorðað.

 

Hon sigur, at tað ber væl til at útseta gildiskomuna, so at tað ikki kemur í gildi beint uppundir væl, so stundirnar at viðgera málið, eru góðar.

 

- Eg havi lurtað væl eftir, hvat landsstýriskvinnan hevur sagt, og eg haldi, at hon er beinleiðis í lummanum á øllum borgarstjórunum í Løgtinginum, og førir beinleiðis kommunupolitikk, og ikki landspolitikk. Tað er mín greiða meining um landsstýriskvinnuna, segði Annika Olsen.

 

Sirið Stenberg, vísti á orðatakið um, at tað er ikki hvørt orð, man skal svara til, og hon helt, at hetta var eitt av teimum.

 

- Tað er ikki alt, ið hevur uppiborðið eitt svar, men vónbrotini eru nógv í politikki, helt hon.

 

Annika Olsen ásannaði, at hon var kanska lopin framav í álopinum á Sirið Stenberg.

- Eg var kanska nakað bersøgin, men ein landsstýriskvinna má hava eina meining um eitt so grundleggjandi mál, helt hon.

 

Hon heldur ikki, at Tóðveldi tosar við einari tungu í hesum máli. Tað, hon sipaði til, var, at í Tórshavnar Býráði vildi umboðini fyri Tjóðveldi ikki loyva Heðini Mortensen at røkja starvið sum løgtingsmaður afturat starvinum sum borgarstjóri, men umboðini fyri Tjóðveldi á Føroya Løgtingi hava eina aðra støðu.

 

- At Løgtingslimir eisini hava fult starv sum borgarstjóri, er at máa støðið undan okkara høga Løgtingi, sigur Annika Olsen.

 

Men nú var tað landsstýriskvinnan, sum varð firtin, og hon helt fyri, at tað var gott gjørt at hoyra Anniku Olsen skuldseta Tjóðveldi fyri ikki at tosa við einari tungu.

 

Hon helt, at tað var nógv fyri, at Annika Olsen, sum man vera "størst kloyvda tunga" í Føroyum, skal fáa seg til at nevna nakað sum helst um at tosa við einari tungu.