Annika Olsen fer at innleiða sýningina við filminum "Du som er i himlen" í Filmsfelagnum mikukvøldið.
Hetta er fyrsta sýning við hesum filmi í einum biografi í danska ríkinum. Higartil hevur "Du som er i himlen" bara verið vístur á altjóða filmstevnum og fingið hópin av góðum ummælum.
Flora Ofelia Hofmann Lindahl hevur høvuðsleiklutin og Tea Lindburg er leikstjóri.
Filmurin byggir á skaldsøguna ”En dødsnat” frá 1912, sum Marie Bregendahl (1867-1940) skrivaði. Árini 1893-1900 var Marie gift við Jeppe Aakjær.
Gjøgnum tríggjar kvinnur, fjúrtan ára gomlu Lisu, fastrina og ommuna, fáa vit innlit í karga kvinnulívið á einum donskum bóndagarði í 1800-talinum.
Eftir einum degi broytist alt í lívinum hjá Lisu. Hon er elst av systkjunum og hin fyrsta at skula fara í skúla, vónrík og við eini ósvitaligari trúgv á lívið.
Tá náttin kemur á og mamman enn ikki hevur átt, gerst Lisu greitt, at her er ikki alt, sum tað eigur at vera. Dagurin, sum byrjaði í barndómsins ljósi, kann enda við, at hon gerst kvinnan í húsinum.
”Du som er i himlen” er inniliga og nemandi lýsingin av eini ungari danskari gentu, sum er fangað í eini náðileysari tíð, ein søga um at taka ábyrgd, gerast vaksin og ikki at missa tað týdningarmesta av øllum - vónina - hóast einki verður sum fyrr.
Sýningin, sum er almenn, verður í Filmsfelagnum í Havnar Bio mikudagin 12. januar klokkan 20.