Fótbóltsfelagið Giza/Hoyvík, ið fer at hava heimavøll í Hoyvík í næstum hevði aðalfund í kvøld. Millum nýggju nevndarlimir felagsins er fyrrverandi landsstýriskvinnan, og núverandi løgtingskvinnan, Annika Olsen.
Facebooksíðan hjá Giza/Hoyvík greiðir soleiðis frá:
- Av teimum sitandi nevndarlimum stillaðu formaðurin, Kenneth Hovgaard Djurhuus, næstformaðurin Ronni á Krákusteini og skrivarin, Høgni Berg allir upp. Somuleiðis stillaðu Bogi Heiðriksson, Jan Sjóstein, Margit í Dali og Annika Olsen eisini upp.
Øll sjey blivu einmælt vald, og nevndin skipaði seg sum fylgjandi:
Kenneth Hovgaard Djurhuus, Formaður
Høgni Berg, Næstformaður
Margit í Dali, Kassameistari
Ronni á Krákusteini, Nevndarlimur
Annika Olsen, Nevndarlimur
Bogi Heiðriksson, Nevndarlimur
Jan Sjóstein, Nevndarlimur
(Mynd: Giza/Hoyvík)