Annika Olsen eigur at fáa karantenu sum borgarstjóri í Havn

Hon átti at lagt starvið sum borgarstjóri frá sær hesa næstu tíðina, heldur býráðslimur fyri Tjóðveldi

Tað er ikki rætt, at Annika Olsen verður sitandi sum borgarstjóri í Havn hesa næstu tíðina. Tað heldur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi.

 

Seinni í ár verður bæði fólkatingsval og løgtingsval, og Annika Olsen hevur boðað frá, at hon fer at stilla upp til bæði valini. Hon hevur áður boðað frá, at hon fer ikki at røkja nakað annað starv, samstundis sum at hon er borgarstjóri, tí hon heldur ikki, at borgarstjórastarvið er so mikið krevjandi, at tað ber ikki til at hava eitt starv aftur at

 

Men hóast hon ikki ætlar sær at røkja meiri enn eitt starv, merkir avgerðin um at stilla upp kortini, at borgarstjórin fer at reka valstríð hesar næstu mánaðirnar, kanska heilt til 31. august, tá ið løgtingsval skal vera í seinasta lagi.

 

Og Marin Katrina Frýdal heldur, at tað er ikki rætt, at hon verður sitandi sum borgarstjóri, samstundis sum hon skal leggja lív og sál í tvey valstríð.

 

Eitt er, at tað fer at taka nógva arbeiðsorku frá arbeiðnum sum borgarstjóri og bæði Annika Olsen, og Tjóðveldi, hava verið samd um, at tað er eitt so krevjandi starv, at tann, sum røkir tað, skal ikki hava nakað annað starv.

 

Marin Katrina Frýdal heldur, at tað aleina kundi verið ein orsøk til, at hon legði starvið sum borgarstjóri niður, til valini eru av. Í hesum sambandi staðfesti Annika Olsen sjálv í Kvf í gjárkvøldið, at tað skal eitt ómetaliga stórt arbeiði til, áðrenn tú verður valdur, tí valstríðið er bæði langt og drúgt. og tað skal nógv arbeiðið til.

 

Tí er er spurningurin, um full orka verður til at røkja borgarstjórastarvið til fulnar eisini, og sostatt eigur Annika Olsen at taka seg aftur, og lata Gunvør Balle røkja borgarstjórasessin hesa tíðina, heldur býráðslimurin fyri Tjóðveldi.

 

Men hon vísir eisini á, at sum borgarstjóri eigur Annika Olsen eisini at vera púra óheft. Samstundis er borgarstjórin tann, sum í mestan mum myndar býráðið úteftir, eisini tíðindaflutningin úr býráðnum.

 

Tí heldur Marin Katrina Frýdal somuleiðis, at fyri at var varðveita trúvirðið hjá býráðnum, og fyri at varðveita sítt egna trúvirðið sum borgarstjóri, eigur Annika Olsen at seta seg sjálva í karantenu sum borgarstjóri ímeðan valstríðið er.

 

Og tað eigur hon eisini at gera av virðing fyri býráðnum. Politikarar, sum fara í valstríð, fara ofta í ein heilt annan heim, og tað er skjótt at gloyma seg burtur í sínum starvi sum borgarstjóri, har hon skal vera púra óheft, heldur býráðslimurin fyri Tjóðveldi.

 

Hon vísir á, at tíðindafólk í Kringvarpinum, sum stilla upp til politisk val, hava verið sett í karantenu fyri ikki at skala trúvirðið, og hon heldur ikki, at borgarstjórin í Havn skal seta sær sjálvum linari treytir enn tað. Og hon væntar eisini, at Annika Olsen fer at skilja tað støðuna.

 

Hon sigur, at nú er tað spildurnýtt, at Annika Olsen fer at stilla upp, so tey hava ikki havt høvi til at tosa um viðurskiftini. Men hon vísir á, at tey hava eitt gott samstarv í meirilutanum býráðnum, so hon væntar, at tey fara at umrøða viðurskiftini í næstum.