Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo spældu tíðliga í kvøld, norska tíð móti Byåsen á útivølli í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Byåsen vann greiðan 33-25 sigur. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-11.
Annika bjargaði fimm av 19 málroyndum. Hon stóð seg betur enn kappingarneytin, June Cecilie Krogh, ið bjargaði trimum av 20 málroyndum.
Follo er næstaftast í deildini við átta stigum. Tær eru bert tvey stig frammanfyri Aker, ið hevur seks stig.
Tað snýr seg um hjá Anniku og liðfeløgunum at sleppa undan aftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina. Megnar Follo at halda seg á næstaftasta plássinum skulu tær spæla Play Off dystir um at sleppa undan niðurflyting.
Komandi mikudag klokkan 17 hevur Follo heimadyst móti Fana, ið er fjórðaftast í deildini við 13 stigum.