Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo tóku í dag móti Storhamar í áttandapartsfinaluni í norsku steypakappingini.
Áttandapartsfinalan gjørdist endastøðin hjá Follo í steypakappingini. Storhamar vann stórsigur 36-22. Í steðginum var alt avgjørt. Tá var Storhamar á odda 23-11.
Annika sum er í harðari kapping við June Cecilie Krogh at verja málið hjá Follo bjargaði fimm av 27 málroyndum. Annika fekk tó skotið eitt mál í dystinum.
Komandi sunnudag spælir Follo dyst á útivølli í bestu norsku deildini móti Fana.