Annika Hoydal sigur frá søgum á Norðuratlansbryggjuni

30.novembur verður sagt frá søgum og sungið á norðuratlansbryggjuni.

Í mentunarhúsinum á norðuratlansbryggjuni í Christianshavn verður regluliga skipað fyri føroyskum tiltøkum, og í næstum verður eitt serligt bindikvøld á skránni.

 


Fleiri ferðir er skipað fyri tiltøkum um ymiska bindilist, eitt nú verða tekstilverkini hjá Randi Samsonsen víst til fyrst í novembur.

 

Fyrsta sunnudagin í Advent, 30.novembur, skipar mentunarhúsið fyri enn einum føroyskum binditiltakið.

 

Í tí sambandi fer føroyska songkvinnan, Annika Hoydal, at syngja og siga frá søgum og sagnum henda seinnapartin.

 

Á heimasíðuni hjá bryggjuni biða tey fólk taka stokkarnar við og njóta frásagninar hjá listakvinnuni afturvið einum koppi av kaffi. Á skránni verður millum annað Føringasøga.