Annika Hoydal mundi endað í Jerusalem

Føroyingar royndu seg fyrstu ferð í danska Grand Prixnum í 1979. Annika Hoydal mundi endað til europeisku finaluna í Grand Prixnum, hóast hennara sangur ikki vann

<font face="Times,Times New Roman"><br></font>

Keypmannahavn: Nakrar dagar í 1979 var tað upp á tal, at Annika Hoydal skuldi til Jerusalem at umboða Danmark í europeisku finaluni í Grand Prixnum.


Fyrireikararnir av danska Grand Prixnum ynsktu í 1979 at fáa umboð úr Føroyum og Grønlandi við til Grand Prixið. Tí bóðu teir Anniku Hoydal og Rasmus Lyberth koma við. Hesi bæði høvdu gjørt vart við seg sum tónleikarar, og tey búðu bæði í Danmark um tað mundið.


Annika Hoydal framførdi sangin Aldan, og tað gjørdi hon so væl, at hóast hon sang á føroyskum, endaði hon sum nummar fýra í kappingini.


Ivasamur vinnari


Men hóast hetta, kom tað upp á tal, at hon skuldi við til finaluna í europeisku kappingini.


Orsøkin til tað var, at ivi var sáddur um vinnandi sangin. Tað varð sagt, at Disco Tango hevði lánt í so nógv frá øðrum sangi, og í nakrar dagar var upp á tal, at Annika Hoydal ístaðin skuldi avstað at umboða Danmark.


<font face="Times,Times New Roman">Hinir báðir sangirnir, sum endaðu frammanfyri sangin hjá Anniku, vóru báðir útgivnir stutt eftir Grand Prixið, og tí kundu teir ikki sleppa til europeisku finaluna.</font>


Endin av tí heila var tó, at Disco Tango varð góðkendur sum ein upprunasangur, og so kundi taka tað róligt aftur. Men hon hevði farið avstað, hevði hon fingið tilboðið.


Síðani hevur eingin føroyingur verið við í danska Grand Prixnum, hóast onkur hava roynt at sent sangir inn.


Leygarkvøldið verður aftur føroysk luttøka ? 23 ár eftir Anniku Hoydal ? og hesaferð verður tað Pætur við Keldu, sum skal royna seg.