54 ára gamla popp-divan varð í dag kosin sum ársins friðarkvinna av fyrrverandi nobel-vinnarum. Seinastu árini hava fyrrverandi móttakarar av Nobel friðarheiðurslønini kosið ein persón úr undirhaldsídnaðinum.
Hesa ferð vóru 22 fyrrverandi Nobel-vinnarar savnaðir í Berlin, og tey samdust um, at Annie Lennox skuldi fáa heiðurin sum Woman of Peace 2009. Ein heiður, sum varð handaður at russiska Michael Gorbatjov, sum við Glasnos og Perostrojka var ímyndin av fallinum hjá Jarntjaldinum og Berlin-múrinum.
Annie Lennox hevur við síni SING-kampanju sett fokus á trupulleikarnar við HIV og AIDS í Suðurafrika. Síðani 2003 hevur hon savnað saman á leið 10 milliónir krónur til viðgerð, kanningar og upplýsing um HIV og AIDS. Ein stóran part av pengunum savnaði hon, tá hon saman við 23 øðrum songkvinnum gav út singlu-fløguna, Sing.