Tvær ella tríggjar myndir
Aðalfundur
Hóast formaðurin í Oljutinginum seinastu árini hevur veirð ein kvinna, og hon bar seg undan afturvali á aðalfundinum mikukvøldið, so verður nýggi formaðurin framvegis ein kvinna. Ingvør Nolsøe verður avloyst av Anni á Hædd, sum skal stjórna Oljutinginum í eini tíð, har føroyingar helst fáa svarað spurninginum, um olja finst í lønandi nøgdum í undirgrundini.
Nýggja nevndin hjá Oljutinginum er nú mannað soleiðis:
Anni á Hædd, forkvinna
Ben Arabo, næstformaður
Elsa Maria Holm Olsen, skrivari
Hjørdis Gaard, kassameistari
Ólavur Gregersen, nevndarlimur
Anni á Hædd og Ben Arabo eru afturvald, meðan Elsa Maria Holm Olsen, Hjørdis Gaard og Òlavur Gregersen eru nývald. Ingvør Nolsøe, Alex Buvik og Sigurð í Jákupsstovu bóru seg undan afturvali.
Nakað av fólki møtti til aðalfundin hjá Oljutinginum. Áðrenn aðalfundin greiddi Gunnbjørn Joensen, stjóri í Thor í Hósvík frá sera áhugaverdu og fjølbroyttu søguni hjá P/F Thor sum veitari til føroyska og altjóða oljuvinnu. Hetta er ein sólskinssøga og dømi um, hvussu føroyingar kunnu og megna bert teir hava dirvi og vilja.
Ingvør Nolsøe hevur verið forkvinna í Oljutinginum, síðani tað varð stovnað fyri tveimum árum síðani. Tað mundi koma ávart á mangan mann, at eitt so mansdominerað yrki sum oljavinnan er tað, brádliga fekk eina kvinnu í oddasessin. Hesi tvey árini hevur Oljutingið skipað fyri fleiri spennandi tiltøkum, har serstøk evni við tilknýti til oljuvinnuna hava verið tikin upp, og har ymsir persónar í samfelagnum hava lagt fram sjónarmið síni.
Spennandi tíð
-Hetta hevur verið ein sera spennandi tíð ikki minst hetta at fáa fólk, sum onkursvegna hava tilknýti til eina føroyska oljuvinnu at koma saman til ymisk tiltøk og so royna at gera tað eitt sindur sosialt eisini sigur Ingvør Nolsøe. Hon heldur tað er umráðandi at hava eitt forum har fólk úr øllum stættum í samfelagnum kunnu hittast bæði til kunnandi fundir og til hugnaløtur.
-Hetta er ikki ein innilæstur klubbi fyri serstakar persónar men eitt stað, har øll við áhuga fyri oljuvinnuni kunnu vera limir. Kunning um oljuvinnuna og ein uppfylgjandi diologur eru nøkur av teimum mest týðandi lyklaorðunum nú vit skulu til at leggja til brots í hesi fyri okkum heilt nýggju og spennandi vinnuni heldur Ingvør Nolsøe. Hon heldur eisini, at Oljutingið kann vera av týdningi sum eitt sokallað tankating. Men tað hevur eisini nógv at siga at kunna skapa álit millum fólk í hesi vinnu og sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til vinnuna. Tí kann Oljutingið hava týdning fyri okkum øll sum frálíður.
Ingvør Nolsøe sigur, at hetta hava verið tvey sera áhugaverd og gevandi ár sum forkvinna í Oljutinginum. Ikki minst hevur hon verið serstakliga fegin um at kunna samstarva við Alex Buvik og Geir Atle, báðir útlendingar í føroysku oljuvinnuni.
Í dag eru 175 limir í Oljutinginum, 60 feløg og 115 einstaklingar.