Gegnið hjá Annfinni V. Hansen hevur verið á vektskálini, líka síðani hann varð útnevndur kanningarstjóri og fekk uppgávuna at kanna leiklutin hjá Kára P. Højgaard í málinum um Skálafjarðartunnilin, umframt leiklutin og eftirlitisskylduna hjá Kaj Leo Holm Johannesen í sama máli.
Ikki minst tí vakti tað ans, tá sami Annfinn V. Hansen brádliga fekk ein leiklut í aktuella málinum um tyngjandi viðurskifti hjá partafelagnum ”N. Niclasen” í Sørvági, har Jørgen Niclasen var stjóri fyrst í nítiárunum.
Sambært Portal.fo ringdi Annfinn V. Hansen til journalistin hjá portalinum og royndi at ávirkan hann til at lata vera við at skriva nevndu grein.
- Ja, eg hefti meg við tað, sigur Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri.
Sum løgtingsstjóri var tað var hon, ið stóð fyri innstillingini av kanningarstjóra, sum løgtingsformaðurin síðani tók støði í, tá hann peikaði á Annfinn V. Hansen at gera ta kanning, sum Landsstýrismálanevndin hevði biðið um.
Súsanna Danielsen vil tó ikki gera stórvegis viðmerkingar til gegnið hjá Annfinn V. Hansen, nú hann opinlýst arbeiðir fyri ein landsstýrismann, samstundis sum hann er kanningarstjóri og skal kanna løgmann og nú fyrrverandi landsstýrismannin í innlendismálum.
- Annfinn V. Hansen má duga sjálvur at meta um, hvat man kann og ikki, sigur Súsanna Danielsen.
- Eg fái einki gjørt við tað. Hann er tilnevndur kanningarstjóri, og tað er so tað, sigur Súsanna Danielsen, sum tó heldur at støðan hevði verið markant øðrvísi, um Annfinn V. Hansen hevði verið advokatur hjá antin løgmanni ella Kára P. Højgaard.
Sjálvur sær Annfinn V. Hansen ongan trupulleika í, at hann bæði virkar sum advokatur fyri Jørgen Niclasen og er kanningarstjóri, útnevndur av løgtinginum.
Spurdur, hvat tað er fyri arbeiði, ið hann ger fyri Jørgen Niclasen í hesum ítøkiliga málinum, svarar Annfinn V. Hansen, at hansara uppgáva var at samanbera innlitið við tað, ið er skrivað um málið.
Sjálvur heldur Annfinn V. Hansen tað vera natúrligt at gera, tí hann kennir væl hetta drúgva mál um innlit í viðurskifti hjá fyritøkuni N. Niclasen í Sørvági. Og hann váttar, at Jørgen Niclasen bað seg gera eitt arbeiði fyri seg, nú Portalurin ætlaði at skriva um málið.
Annfinn V. Hansen metir ikki, at hansara uppgáva sum kanningarstjóri er heldur ikki ein forðing fyri, at hann kann átaka sær hesa uppgávu.
- Nei, eg meti tað ikki vera ein trupulleika, at eg arbeiði fyri almennar stovnar ella fyri sovítt fyri ein landsstýrismann, samstundis sum eg eri kanningarstjóri, sigur Annfinn V. Hansen.
Markið gongur, eftir hansara tykki, um hann kemur í eina interessukonflikt við uppgávuna sum kanningarstjóri og teir persónar, hann skal kanna har.
- Men tað meti eg meg ikki gera í hesum førinum, og tí er tað ikki ein trupulleiki fyri mítt gegni, sigur Annfinn V. Hansen.