Annfinn Brekkstein vara­borg­ar­stjóri í Havn...

Um tær veljarakanningar, sum gjørdar eru upp til bý­ráðs­val­ið í Havn hesaferð eru eft­ir­far­andi, so eru fleiri møgu­leik­ar, tá nýggj sam­gonga skal skip­ast.

Men tað slepst valla und­an Heðini Mortensen sum borg­ar­­stjóra, nú hann og Javn­­að­ar­­flokk­ur­in standa til ein søg­­u­­lig­an valsigur.
Sambært kanningini, sum Gal­l­up gjørdi fyri Sos­i­al­in í síðstu viku, so er sætta um­boðið hjá Javn­að­ar­flokk­i­num og trapp­uni, og sam­bært kann­ing­ini, sum Gall­up hevur gjørt fyri Norð­­lý­s­ið hesa vikuna, so fer Javn­­að­­ar­flokk­ur­in at tryggja sær sætta um­boð­ið í Tórs­­havn­ar bý­ráð.
Tað merkir, at Javn­að­ar­flokk­­­i­num nýtist bert eitt um­boð aft­­u­r­at fyri at tryggja sær meiri­­luta – og teir møgu­leik­ar­nir eru fleiri, tá Tjóð­veldi ikki hev­ur bund­ið seg til samstarv við Javn­að­ar­flokk­in:
Sambært fyrru kanningini, so kann Framsókn fáa eitt um­boð valt. Tað tykist bæði vist og sannlíkt, at Sam­bands­flokk­ur­in fær í hvussu so er eitt um­boð valt. Um so verð­ur, so verða fimm sess­ir at býta mill­um Fólk­a­flokk og Tjóðveldi.
End­ur­skipa Javn­að­ar­flokk­ur­­in og Tjóð­veldi sam­gong­una, so verð­­ur tað ein breið sam­­gonga. Men skip­ar Javn­að­ar­flokk­­ur­in sam­gongu sam­an við Sam­­bands­­flokk­­­i­num, so fær Javn­að­ar­flokkurin nógv størri á­virkan einsamallur.
Annfinn Brekkstein verð­ur var­a­borgarstjóri og fær ein ann­­an týðandi for­mans­sess – og so hevur Sam­bands­flokk­ur­in størstu ávirkan.
Politikkur snýr seg um á­virk­an. Og ávirkan er vald við ein­um penari orði.
Men politikkur snýr seg so sann­­iliga eisini um taktikk. Men viðhvørt so skuggar trá­an­in eftir ávirkan (altso valdi) fyri skilvísinum í at gera av­tal­ur.
Um Tjóðveldi og Javn­að­ar­­flokk­urin ynsktu at tryggja sær vald­ið saman framman und­­an valinum, so tóku tey hvønn annan í hondina og søgdu: »Vit halda fram við sam­­starv­­inum. Tann av okk­um, sum størri verður, fær borg­ar­stjóran«.
Tá Sosialurin týsdagin spurdi Heðin Mortensen og Jógv­­an Arge um hetta, segði Heð­in Mort­en­sen greitt ja, með­­an Jógvan Arge gav eitt kryp­­tiskt snikk-snakk svar.
Gott nokk er tað so nemt og bíligt hjá Heðini Mort­en­sen at siga ja, tá hann er ein trygg­ur vinn­ari.
Men tað kann verða dýrt hjá Tjóð­veldi­num at spæla við muskl­unum, tí tað er so skjótt at verða settur uttan fyri vald­ið – altso ávirkan.
Politikkur er stríð um vald. Vápn­ini eru mangan náðileys – men nokso óskiljandi, at flokk­ar, sum siga seg samstarva væl, ikki kunnu spæla opið spæl fyri veljarunum...