Leygardagin 20. februar hevði Havnar Arbeiðskvinnufelag aðalfund á Hotel Föroyum.
Vigdis Johannesen, formaður felagsins sigur, at nógvir limir vóru møttir, hóast veðurlíkindini vóru vánalig.
Fyri vali stóðu tveir nevndarlimir, Eyðgerð Skýlindal og Anni Debess. Eyðgerð Skýlindal stillaði ikki uppaftur,, men tað gjørdi Anni Debess, sum varð afturvald.
Nývald í nevndina er Annelisa Davidsen
Tiltakslimirnir Gudny Hansen og Helma Poulsen stillaðu ikki uppaftur, og í teirra stað vórðu valdar Ketti Jakobsen og Katrina Jensen.
Nevndin í Havnar Arbeiðskvinnufelag sær nú soleiðis út:
Vigdis Johannesen, formaður
Ani Debess, skrivari
Ethel Brodersen, næstformðaur
Harriet Nybo, nevndarlimur
Annelisa Davidsen, nevndarlimur
Tiltakslimir eru:
Ketty Jakobsen, fyrsti tiltakslimur
Katrina Jensen, annar tiltakslimur