Hon er 59 ára gomul, og fyri flest allar kvinnur merkir tað, at tað er ov seint at gerast mamma. Men soleiðis er ikki hjá Anne Linnet, sum hevur eina 26 ára gamla damu, sum nú er við barn.
Tessa Franck Linnet er sett til at eiga í apríl, og danskir miðlar vita at siga, at hon fær ein son.
Beint eftir fyllur Anne Linnet 60 ár, og tað er sjeynda barnið hjá Linnet.
Anne Linnet og Tessa hava eina dóttur frammanundan. Hon varð borðin í heim í 2010 - tveir mánaðir eftir, at tær báðar vóru vígdar.
Anne Linnet hevur frammanundan Evu Mariu og Marcus við manninum Holger Lauman. Síðani fekk hon Xander í 1988 við Mads Buhl Nielsen, og í 2001 ættleiddi hon Mariu og Peter frá Romænien. Í 2010 fekk hon so Isolde við Tessu.









