Anne Hathaway seldi seg sjálva fyri 70.000

26-ára gamla amerikanska sjónleikarinnan Anne Hathaway seldi seg sjálva fyri eitt gott endamál.

Hon var partur av vælgerandi-tiltakinum Cracked X-mas Fundraiser í Los Angeles og her seldi sjónleikarinnan, sum m.a. er kend úr filmum sum ?The Devil Wears Prada? og ?Brokeback Mountain?, eina felags date til tríggjar beundrarar. Tilsamans goldu hesir tríggir 70.000 krónur fyri at drekka nakrar drinks saman við Hathaway, sum aftur er støk eftir í langa tíð at hava verið í einum parlagi við Raffaello Follieri.

 

Hathaway, sum í løtuni er aktuell við filminum ?Rachel?s Getting Married?, er sera errin av hesum og hon er glað fyri at kunna stuðla einum góðum endamáli á henda hátt.

 

- Eg plagi vanliga ikki at vera so beint fram, men eg hugsaði, at um eg nakrantíð skuldi gera nakað tílíkt, mátti tað vera nú og tí setti eg meg sjálva á uppboðssølu, segði hon frá.