Annar Stieg Larsson filmurin á løriftið

18. september kemur næsti filmurin, sum er gjørdur eftir krimirøðini hjá svenska høvundanum Stieg Larsson, í biografarnar. Talan er um filmatiseringina av bókini ?Flickan som lekte med elden?, har vit aftur hitta hackaran, Lisbeth Salander, og journalistin, Mikael Blomkvist.

 

Journalisturin Mikael Blomkvist er aftur á redaktiónini á blaðnum Millennium, tá hann fær eitt tipp um ein umfatandi sexhandil við kvinnum millum eysturevropa og Svøríki.

 

Men brádliga verða tvey fólk myrd í Svøríki, og Lisbeth Salander verður sett í samband við morðini. Hon vil gera upp við fortíðina og setir sær tí fyri at finna tey fólkini, sum hava verið eftir henni fyrr, og straffa tey.

 

Og aftur verða Salander og Blomkvist noydd at samstarva.

 

Filmurin er 2 tímar og 10 minuttir til longdar, og hann hevur 15 ára aldursmark.

 

Hesuferð er tað svenski Daniel Alfredson, sum leikstjórnar.