Aftan á Super Duper Tuesday, sum amerikanskir miðlar kallaðu valini í gjár, er tað vorðið so gott sum endaliga greitt, at tað vera Hillary Clinton og Donald Trump, ið verða forsetavalevni hjá demokratunum og republikanarunum.
Hillary Clinton vann fýra statir í gjárkvøldið. Umframt at vinna í Florida og North Carolina, sum væntað, megnaði hon eisini at steðgað nakað av framburðinum hjá Bernie Sanders við at vinna valini í Ohio og Illinois. Í Missouri eru allar atkvøðurnar ikki taldar enn og enn er tað ov javnt til at ein vinnari kann nevnast. Clinton er tó eitt lítið vet frammanfyri.
Clinton endaði kvøldið við at minna fólkið á, at hon nú hevur fingið nærum tvær milliónir atkvøður fleiri enn Bernie Sanders og hevur vunnið 300 fleiri umboðsmenn. Eingin ivi er um, at hetta skal skiljast sum eina áheitan á Bernie Sanders um at gevast, so at hon kann byrja at leggja orku sína í forsetavalstríðið móti republikanska flokkinum og valevninum.
Donald Trump vann týdningarmiklar sigrar, men kortini gjørdist sigursleiðin torgreiddari. Meðan Donald Trump vann í Florida, Illinois, North Carolina og norðurmariansku oyggjunum, so vann John Kasich á heimabana í Ohio. Hesin sigurin ger tað torførari hjá ríkmanninum at fáa meirilutan av umboðsmonnunum, og tí gerst tað alsamt meiri sannlíkt, at tað ikki er greitt, hvør skal vera republikanska forsetavalevni, tá landsfundurin hjá republikanska flokkinum verður í summar. Enn er tó lítið, ið bendir á, at nakað av hinum valevnunum skal megna at basa Donald Trump.
Í Missouri eru tey ikki liðug at telja atkvøðurnar, men har liggur Donald Trump eitt lítið vet framman fyri Ted Cruz.
Marco Rubio legði kongin eftir at hann tapti í Florida. Nú vóna bæði John Kasich og Ted Cruz, at hansara veljarar fara at venda sær til teirra, ið eini roynd at stjala sigurin frá Donald Trump.










