Anna Kirstin fekk herðaklappið

Serstaka planet-virðislønin varð í ár latin Onnu Kirstin Thomsen av Tvøroyri Anna Kirstin hevur av eintingum stríðst leingi fyri nýggja mentanarhúsinum ?Segloftið? á Tvøroyri, har tað hevur verið sera stórt virksemi við eitt nú hópin av konsertum og øðrum mentanarligum virksemi, umframt at húsið eisini er eitt ungdómshús.

Hetta er heldur ikki bara eitt hvørt hús, men ein sonn perla og helst nógv tað besta spælistaðið í landinum. Anna Kirstin gjørdi eisini gamla handilin hjá Thomsen á Tvøroyri um til tað tey kallað ?Pubbina?. Hetta er eitt sera hugnaligt stað, sum eisini hevur rúma hópin av mentanarligum tiltøkum. Tað er eisini vert at hugsa um, at hon hevur megnað at gjørt hetta á Tvøroyri, sum annars hevur verið mentanarliga stein deytt rættiliga leingi.

Anna Kirstin vann eisini M. A. Jacobsens virðisløn í ár fyri mentanaravrik