Anna hevur betri uppiborið

Anna Faroe við bólki er nakað, sum fleiri mugu sleppa at hoyra; og undir betri umstøðum enn teimum, hon hevði á Summarfestivalinum. Vónandi sleppa vit at hoyra hana aftur skjótt.

“Eg hevði ikki tímað at staðið har, um eg var tit”, segði Anna Faroe við vátu áhoyrarafjøldina. Men tað tímdu vit. Sjálvur hevði eg ongantíð hoyrt Onnu syngja live áður, men eg skilti skjótt, hví fleiri fólk høvdu staðið leingi í regninum og bíðað eftir at sleppa at hoyra hana. Hon er fyrst og fremst serstakliga gávurík; hon hevur eina einglarødd. Harafturat hevur hon eisini tilognað sær vitan og royndir um hvussu hon skal brúka røddina. Hon hevði orkestur og sangarar afturat sær, sum spældu og sungu væl og professionelt, men júst sum ætlað var tað Anna, sum var miðpunktið - rødd hennara var allatíðina høvuðsljóðførið. Í sera væl spælandi orkestrinum vóru føroyingarnir Gunnar Guttesen, Hjalti Joensen, Ólavur Olsen, Konni Kass og James Olsen, og danin Mikkel Riber.
Tónleikurin var poppur, ofta jazzutur poppur. Hon sang fleiri sangir av komandi fløguni; serliga skaraði heitislagið “Because I Want To” framúr. Hon sang eisini nøkur tøkuløg. Hon sang ein sang til minnis um fyrimynd sína, Amy Winehouse; og ímóti endanum sang hon “Crazy” hjá Anastacia. Her, meira enn í nøkrum øðrum sangi, hoyrdist, hvussu væl Anna dugur at brúka rødd sína.
“Feitt á Vágsbøi” segði Anna undir konsertini, “her er stórt - kanska í so stórt”. Og tað var nakað um tað. Tað er kanska torført at tilrættaleggja tílíkt frammanundan, men spurningurin er, um tað ikki hevði verið betri at havt hesa konsertina í Flags-teltinum. Ikki einans orsakað av veðrinum, men eisini orsakað av klokkutíðini og konsertslagnum. Klokkan hálvgum sjey í grimdarregni á Vágsbøi er ikki lættastu umstøðurnar at framføra undir.
Men hon lat seg ikki nerva, og hevði sum heild eina framúrskarandi framførslu. Hon endaði við kendasta lagnum “Walking on Fire”. Tástaðni vóru áhoyrararnir ordiliga við, og tú hugsaði, hvussu stuttligt tað hevði kunnað verið undir betri umstøðum. Sum Sjúrður Skaale segði at enda, “Táið man spælir so væl undir so vánaligum umstøðum, so er man sanniliga professionellur”. Anna stendur, fyri at siga sum er, einki aftanfyri bestu sangkvinnurnar, sum dagliga hoyrast í útvarps- og sjónvarpsrásum heimsins. Vit, sum ikki høvdu hoyrt hana áður, vórðu bæði bilsin og bergtikin. Orsakað av oysandi regninum og klokkutíðini konsertin var sett at vera, vóru ikki serliga mong møtt upp at lurta. Og tað var keðiligt, tí Anna hevði veruliga betri uppiborið. Hetta er ikki ætlað sum ein atfinning ímóti fyriskiparunum, men einans sum ein staðfesting av, at Anna Faroe við bólki er nakað, sum fleiri mugu sleppa at hoyra; og undir bestu umstøðum, sum skapast kunnu.
Vónandi sleppa vit at hoyra hana aftur skjótt. Hon gav okkum í eykalagnum ein spennandi smakk av komandi fløguni - og um framgongdin heldur á, so kann væntast, at Anna í framtíðini verður kunngjørd sum veruligt høvuðsnavn á føroyskum festivali.