1. februar 2019 byrjaði Ann Fuglø í starvi á teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu. Ann er útbúgvin byggifrøðingur úr Horsens í 1996 og býr Leirvík.
- Ann Fuglø hevur starvast hjá Fuglark, EM Ráðgeving, SNA, MAP og Norðhús og hevur tískil drúgvar royndir, bæði á teknistovu og byggivinnu í Føroyum.
Í Fuglafjarðar kommunu ynskja tey Ann Fuglø vælkomnari í starvsfólkahópin hjá kommununi.