Angus Steakhouse letur upp í morgin

Í morgin kl. 11.30 letur nýggja búffhúsið »Angus Steakhouse« upp í gamla Kaffivogninum á eystaru Bryggju í Havn. Tað eru teir tríggir Tóki Jákupsson Skeel Nolsø, Jákup á Borg og Rúni M. Djurhuus, sum eiga felagið Sp/f Tóki, sum rekur matstovuna.

– Vit hava seinastu vikurnar umvælt og snøggað hølini, og starvsfólkini hava seinastu dagarnar royndarkoyrt Angus Steakhouse. Nú skuldi verð so mikið klárt, at vit kunnu bjóða øllum ein góðan moyran búff fyri ein bíligan penga, sigur Tóki Jákupsson Skeel Nolsø, sum verður dagligur leiðari.

Køkurin fer at hava opið mánadag til hósdag frá 11.30 til 21.30, fríggjadag og leygardag frá 11.30 til 22.00 og sunnudag frá 11.30 til 21.30. Serlig døguratilboð verða hvønn dag frá kl. 11.30 til 16.00.

Á matskránni finnur tú fyrst og fremst ymisk sløg av búffum, men eisini ber til at fáa grillaða høsnarungabringu og grillaðan føroyskan laks.