Ango fiskað sildakvotuna

Ango er á veg inn av sildafeltinum norðanfyri við kós ímóti Fuglafirði. Ango hevur 900 tons av sild, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði.

 

Hetta visti Suðurrás at siga mánadagin.

 

Ango hevur nú fiskað sildakvotuna, sum var uppá 4.162 tons.

 

Umframt sild, so hevur Ango eisini 3.007 tons av makrelkvotu og 9. 480 tons av svartkjaftakvotu.