Angelina Jolie við barn

Slatur kemur sjáldan burtur úr ongum. Og altso heldur ikki slaturin um, at Angelina Jolie kanska er við barn. Tí stjørnan er við barn, váttar blaðið Star ? og enntá við tvíburðum. Komandi tvíburða-foreldrini, Angelina og Brad Pitt, hava sjálvi bert vitað í eina viku, at teirra stóri flokkur av børnum, skal vaksa við tveimum nýggjum limum. Brad og Angelina eiga frammanundan fýra børn, og við tvíburðunum kemur talið altso uppá seks ? undir sjey ár. Tosið um at Angelina er við barn byrjaði av álvara, tá ið hon møtti upp til Critics? Choise Awards 7. Januar við meira kjøti á kroppinum, enn hon plagar. Her drakk hon bert vatn, ímeðan Brad og hinir gestirnir við borðið drukku øl og champagnu. Ein kelda sigur við Star: ?Tey gleða seg sera nógv. Men eg vænti tó framvegis, at tey ætla at ættleiða. Slatur gongur um, at stjørnuparið hevur lagt eina ferð til Afrika á páskum til rættis, har tey ætla sær at ættleiða.Men eru tær ætlanirnar kanska ikki settar á stand by nú ? Hetta skrivar Tv2.dk.