Sunnudagin er fernisering í Føroyahúsinum í samband við at Angela Petersen letur upp málningaframsýning Angela sigur, at hon byrjaði at mála sum 13 ára gomul, mest tí at hon er uppvoksin í heimi, har mamman altíð sat og málaði. Fyrsti málningur, ið hon málaði, var við á framsýning hjá mammuni, Arngerð Joensen, og málningurin bleiv seldur til Sandoyar.
Síðani hevur Angela verið við á framsýningum, tó altíð saman við øðrum, og hetta er sostatt fyrsta stakframsýning hennara.
- Ofta máli eg, tá tað er okkurt, ið kann vera ringt hjá mær at tosa um, ella tá eg síggi okkurt, eg havi hug til at greiða frá á mín hátt, sigur Angela.
- Sýningin eitur ?EG?, tí at tað eri eg sum ekpermenteri við litum og myndevnum. Royni meg sjálva, og tað er sera spennandi, hóast myndirnar ikki altíð verða heilt sum eg vil hava tær, og eg kann blíva við at mála umaftur og umaftur. Tað fantastiskt at sita í einari aðrari verð og bara mála tað, ið ein kennir, ella at royna at lýsa eina støðu. Av tí at eg máli tað, eg havi hug til, er sýningin sera litrík og sera fjølbroytt, sigur Angela.
Deodato Siquir Trio, ið m.a. spælir afrikanskan tónleik, spælir, tá ferniseringin er í Føroyahúsinum sunnudagin frá klokkan 15 til 17.










