Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg taka høviskliga í hondina á hvørjum øðrum, eftir at løgmaður hevur útskrivað nýval at vera 20. januar. Teir heilsast og takka fyri eitt drúgt og søguligt tíðarskeið í føroyskum politikki, har teir settu sær kanska mest víðgongdu málini, ein samgonga nakrantíð hevur sett sær. At skipa Føroyar sum fullveldi.
? Hatta var betri ógjørt, sigur Høgni Hoydal, tá ið Anfinn Kallsberg faðirliga leggur hondin á økslina á sínum varaløgmanni síðstu árini.
? Tit góvu mær einki val, tá ið eg ikki longur hava tykkara álit, svarar Anfinn Kallsberg.
Anfinn Kallsberg løgmaður og Høgni Hoydal varaløgmaður hava verið mest eyðsýndu andlitini í føroyskum politikki í Føroyum og uttanlands seinastu fimm og eitt hálvt árini. Tað hevur leikað á úr øllum ættum, men hóast mongu ósemjurnar innanhýsis, so hava teir hildið saman. Í góðum og ringum. Sum í einum baldrutum hjúnarlagi. Men nú brast at enda. Tað gekk ikki longur, og talan verður ikki um sáttargerð.
? Eftir eitt val er luftin reinsað. Vit hava einki ímóti at samstarva aftur við Fólkaflokkin, tí teir hava verið góðir at samstarva við. Men vit kunnu ikki fara í eina samgongu aftur við Anfinni Kallsberg sum løgmanni. Tað hevði aftur spilt álitið á løgmansembætið. Hann kann neyvan heldur vera landsstýrismaður í eini komandi samgongu við okkum, ger Høgni Hoydal púra greitt.
Boðskapurin frá øðrum flokkum í Løgtinginum var tann sami. Politisku flokkarnir halda seg ikki longur hava álit á løgmansembætinum, so leingi Anfinn Kallsberg er løgmaður. Sostatt síggja vit neyvan tann politikaran í Føroyum, sum hevur nógv tað størsta tekkið í fólkinum, aftur sum løgmann.
Hinvegin er heldur ikki líkt til, at Anfinn Kallsberg hevur hugin til tess longur. Heldur ikki, um fólkið gevur honum uppreisn í komandi løgtingsvalinum.
? Eg veit ikki rættiliga. Eg havi sitið í hálvt sætta ár sum løgmaður. Tað er longri enn teir flestu, og nú eri eg troyttur av tí, sigur Anfinn Kallsberg.