Anfinn var noyddur at steðga tjóðveldisflokkinum

?Tjóðveldisflokkurin ætlaði at kollvelta eina skipan, sum ikki so frægt sum hevði fingið fótafestið og tað vildi eg ikki góðtaka, sigur Annfinn Kallsberg

Miðfyrisitingin

Sparingarnar, sum nú eru gjørdar í miðfyrisitingini hesuferð, eru ikki fyrstu royndirnar at minka um hendan partin av almenna virkseminum.
Eisini undanfarna samgongan gjørdi eina roynd at endurskoða miðfyrisitingina.
Men tann royndin fór fyri ein stóran part í vaskið.
Og tað hevði Anfinn Kallsberg, sum tá var løgmaður, skyldina av, segði Karsten Hansen í Sosialinum í gjár.
Karsten Hansen, sum tá var landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði, at í 1998, kom tað í samgonguskjalið, at miðfyrisitingin skuldi endurskoðast.
? Vit ætlaðu at hava tað meiri tvørgangandi, men tað var nógv mótistøða móti tí í samgonguni, og løgmaður vildi ikki gjøgnumføra tað, segði Karsten Hansen.
Hann segði, at hann gjørdi eina ætlan, men hann fekk at vita frá løgmanni, at hann skuldi halda fingrarnar burtur.

Kundi ikki góðtaka kollvelting
Hetta er bæði rætt og ikki, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur at tað er rætt, at undanfarna samgonga avtalaði at endurskoða miðfyrisitingina við tí fyri eyga at gera hana bíligari.
? Men, tað, sum tjóðveldisflokkurin borðreiddi við, var onki minni enn ein ætlan um at kollvelta alla miðfyrisitingina.
? Og tað kundi eg ikki góðtaka
? Vit høvdu akkurát fingið nýggja stýrisskipan og miðfyrisitingin var ikki liðugt útbygt til tað nýggju stýrisskipanina.
? Tí vildi eg heldur ikki góðtaka, at fyrisitingin varð fullkomiliga umskipað, longu áðrenn hon varð fingin at virka eftir ætlan í sambandi við nýggju stýrisskipanina.
Anfinn Kallsberg helt sostatt ikki, at miðfyrisitingin longu tá var búgvin til so stóra kollvelting, longu áðrenn hon var liðugt útbygt.

Styrkja seg
Anfinn Kallsberg sigur, at tað sum tjóðveldisflokkurin ætlaði, var at seta allar fíggjarfrøðingarnar hjá landinum í Fíggjarmálaráðið og allar løgfrøðingarnar í Løgmálaráðið.
?Hetta vóru tey málsøkini, sum tjóðveldisflokkurin sjálvur umsat. Sostatt skuldi teir hava allar serfrøðingarnar undir sær,
Anfinn Kallsberg sigur, at tað hevði fullkomiliga máað støðið undan miðfyrisitingini
Hann heldur eisini, at tað hevði broytt javnvágina í landsstýrinum munandi og hevði flutt alt ov stórt vald yvir til tjóðveldisflokkin.
? So kundu øll hini bara farið til hús, sigur hann.
Anfinn Kallsberg sigur, at hann uppfataði hetta eisini sum eina roynd hjá tjóðveldisflokkurin at styrkja sína egnu støðu í landsstýrinum og at gera øll hini landstýrisfólkini veikari.
Tað var eisini ein orsøk til at hann steðgaði ætlanini, tí tað kundi hann sjálvsagt ikki góðtaka og tí steðgaði hann ætlanini.