Anfinn Kallsberg væntar harðan dyst

Anfinn Kallsberg vil nú hava alt Løgtingið at semjast um eina langtíðar íløguætlan. Tað sigur hann, nú fíggjarnevndin er farin undir at viðgera uppskotið um játtanarskipan, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin løgdu fyri Løgtingið midnátt 31. mars.

Anfinn Kallsberg, formaður fíggjarnevndini sigur, at í uppskotinum til fíggjarkarm, eru einar 90%-95% av íløgunum lagdar innanfyri ein runding uppá tveir kilometrar frá Vaglinum.

Talan er fyri ein part um nýggja skúladepilin í Marknagili og nýggjan psykiatriskan depil afturat landssjúkrahúsinum.

Tilsamans kosta hesi bæði projektini yvir 600 milliónir.

- Tað sigur seg sjálvt, at skulu hesi báðar verkætlanirnar setast í verk hesi næstu arini, sum ætlað, er tað púra greitt, at tað fer at slúka øllum íløgukarminum so at tað valla verður eitt oyra til íløgur uttanfyri Havnina tey næstu nógvu árini, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.

Tá ið játtanarkarmurin varð til viðgerðar í Løgtinginum gjørdu heilt nógvir løgtingslimir vart við, at hetta kann ikki góðtakast.

Anfinn Kallsberg heldur, at alt Løgtingið eigur at ganga saman í eitt samstarv um at gera eina íløgusemju, sum skal ganga yvir tey næstu 10 árini.

Men hann væntar kortini, at við einum avmarkaðum íløgukarmi og eini ørgrynnu av risastórum íløgum á tapetinum, verður tað ein harður dystur at fáa eina semju um eina íløguætlan.