Anfinn Kallsberg setir krøv

Anfinn Kallsberg hevur akkurát nú í morgun ávarað Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin ímóti at draga í land í teirri semju, sum er gjørd í ólavsøkupakkanum.

Gera teir tað, fer Fólkaflokkurin heldur ikki at føla seg bundnan at pakkanum, staðfesti hann. Tað segði hann í Løtinginum fyri eini løtu síðani, nú Løgtingið viðgerð uppskotið um at áleggja inntøkum yvir 400.000 krónur eykaskatt upp á 2% í tvey ár.

Hetta er ein semja, sum samgongan hevur staðfest í ólavsøkupakkanum

Annfinn Kallsberg ásannaði, at hetta smakkaði illa hjá Fólkaflokkinum. Men hann váttaði, at flokkurin stendur við semjuna í Ólavsøkupakkanum.

Men hann kravdi eisini at hinir báðir samgonguflokkarnir eisini stóðu við Ólavsøkupakkan.

Tað hava annars verið tekin um, at ávísir politikarar eru farnir at draga í land og ikki vilja kennast við alt, sum stendur í ólavsøkupakkanum.

Tí staðfesti Anfinn Kallsberg, at Fólkaflokkurin hevur gjørt krystallklárt, at tað fer ikki at bera til, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fara at pilka burturúr ólavsøkupakkanum og einans vilja gjøgnumføra tað, sum hóvar teimum, men strika tað, sum ikki hóvar teimum.

Verður tað gongdin, fer ólavsøkupakkin at detta sundur, tí so fer eisini Fólkaflokkurin at pilka burtur og fer einans at atkvøða fyri tí, sum hóvar flokkinum, staðfesti hann.