Theodor Joensen
Eg mundi dottið úr stólinum týskvøldið av nøkrum úttalilsum hjá Føroya Løgmanni.
Hann hevur fingið ilt í búkin av einum vinnuframa grunni hjá nøkrum kommunum í norðstreymi. Hann segði at tað almenna skal ikki taka skatt frá borgar-unum til at seta í vinnulívið. Hetta kann ljóða ógvuliga skilagott, men um vit hyggja at nøkrum konkretum avgerðum hjá sitandi landstýri, og fyrrverandi landstýrum eisini, sæðst at her er ikki samanhang millum úttalilsini hjá Løgmanni og førdan politikk.
Kommunalur vinnustuðul
Eg vil nevna eitt dømi um vælvirkandi kommunalan vinnulívs stuðul. Runavíkar Kommuna hevur við stórum hegni skapt vinnulívinum í kommununi framúr góðar karmar at virka undir. Kommunan hevur stuðla við at byggja bygningar og havnir sum vinnuvirkir kunnu húsast í. Harvið hevur kommunan brúkt skattgjaldarans pening til vinnulív, og eg vænti at borgararnir í kommununi hava notið, og framvegis fara at njóta, gott av hesum mong ár fram, av tí fjølbroytta virksemi sum av hesi orsøk heldur til í kommununi.
Landsins vinnustuðul
Hyggja vit haraftur ímóti at landstýrisins dispositiónum á stuðulsøkinum, ja so fer av álvara at leka millum teori og praksis hjá løgmanni. Eg vil nevna nøkur fá dømi, og samstundis heita á føroya journalistar at taka táttin upp og grava meiri í hesum viðurskiftum.
Strandferðslan
Taka vit fyrst strandferðsluna, ella rættari Farmaleiðir, er tað almenn vitan, at farmaleiðir í áravís hevur dumpa flutningsprísir í kapping við privatar flutningsfyritøkur. Hetta er gjørt við almennum pengum og hevur gjøgnum farin ár koppað mongum privatum flutningsfelagi.
Føroya Tele
Næsta dømið er Føroya Tele. Teir hava sum Telefonverk Føroya Løgtings, við almennum peningi, lagt káplar úr Tjørnuvík til Akraberg. Nú er so vent í holuni og fyritøkan er "privatiserað" til eitt alment partafelag. Sjálv-andi fáa teir allar káplarnar og bygningar, sum vit skattgjaldarar hava goldið, fluttar til ogn hjá "partafelagnum".
Beinanvegin monopolið var avtikið, komu onnur feløg og bjóðaðu tænastur á teleøkinum. Trupuleikin er bara at feløg í kapping við almenna Føroya Tele máa gjalda FT fyri at samskifta umvegis kaðalnetið hjá Føroya Tele (les Føroya Fólki).
Hetta svarar til at Strandferðslan fær allar vegirnar forerandi, og so bjóðar øllum flutningsfeløgum at kappast "í fríðari kapping" - bara tey fyrst gjalda fyri at koyra á vegunum hjá Strandferðsluni.
Atlantic Airways
Triðja dømið um landsstýrisins vinnulívs stuðul er Atlantsflog. Her er Landsstýrið eigari av fyritøkuni og við almennum (les Før-oya Fólks) pengum í kapping við privat vinnulív. Atlantsflog rekur tyrlutænastuna fyri Landstýrið, og sleppur mærvitandi at behalda møguligt yvirskot av hesari flúgving. Eg veit ikki neyvt hvussu hetta verður avroknað, men eg havi m.a. sjálvur verið við tyrluni ein túr uppi í Gásadali við einum køluskápi. Hetta var eykatúrur sum ivaleyst verður goldin av landskassanum. Hent at hava landskassan sum kunda og eigara, og so sleppa sjálvur at avgera nær tað er neyðugt við einum eykatúri.
Feskasta dømið um almennan vinnustuðul til Atlantsflog er uppskotið sum Jørgen Niclasen (fólkaflokkurin) fekk ígjøgnum herfyri. Har fekk Atlantsflog ein blanko kekk frá landstýrinum til keyp og rakstur av einari nýggjari tyrlu í 10 ár. Avtalan er m.a. soleiðis skrúva saman, at Atlantsflog skal ikki hava hall av hesi tyrluni, og skuldi tað hent at yvirskot var, ja so sleppur Atlantsflog at behalda helvtina av hesum. Tað sum eg vænti fer at henda, er at Magni Arge fær budgetterað hegnisliga, soleiðis at landstýrið flytir Atlantsflog t.d. 15 milliónir til rakstur av nýggju tyrluni næsta ár. Tá so árið er liðugt, og tyrlan kanska hevur flogið nakrar eykatúrar við farmi fyri verandi tyrlu (køliskáp til Gásadal, máling til Koltur o.s.v.), ja so kemur Magni Arge í bløðini við stórtíðindum, at seinasta ár høvdu vit 4 milliónir í avlopi av nýggju tyrluni, og Atlantsflog kann bera landskassanum 2 milliónir aftur - Føroya fólk hevur tá tíverri langtsíðani gloymt at landskassin hevur goldið hesar pengarnar út áðrenn, so tað sum veruliga er hent, er at Atlantsflog hevur fingið eina gávu uppá 2 milliónir - livst so spyrst.
Morala
Fá landskassan burtur frá øllum vinnulívs íblandingum, og lat kommunurnar, undir skipaðum viðurskiftum, seta sínar vinnuframagrunnar á stovn. Tað kann t.d. við lóg avmarkast, hvussu stóran part hesir vinnuframagrunnar í mesta lagi kunnu eiga í einum felag. Hesir vinnuframagrunnar kunnu gera tað møguligt við meiri fjølbroyttum vinnulívi í lokalumhvørvinum, til gagn fyri nærumhvørvið og alt landið.
Føroya journalistar: Havi høvdið við til arbeiðis og fylgið við hvat hendir í samfelagnum. Latið ikki politikarar sleppa avstað við einumhvørjum úttalilsi uttan mótspæl.