Anfinn Kallsberg, løgmaður um marknatrætuna: -Vit arbeiða miðvíst við málinum

Løgmaður hevur fingið at vita niðurstøðu hjá Uttanlandsnevndini uppá uppskot løgmans um, hvussu farast skal fram í marknamálinum.

Jan Müller


Tað er sum lukkað land, tá Sosialurin roynir at fáa nakað at vita um gongdina í marknamálinum. Annars hava verið fleiri fundir í vikuskiftinum um marknatrætuna við bretar. Undir vitjan síni í Oslo í farnu viku segði Anfinn Kallsberg, løgmaður við Sosialin, at hann var komin til eina niðurstøðu í málinum, nevniliga um hvussu farast skal víðari.

Heimafturkomin hevði løgmaður fund við leiðaran í føroysku samráðingarnevndini, Árna Olafsson og Uttanlandsnevndina. Á hesum fundi varð nevndin m.a. kunnað um um møguligt komandi føroyska útspæl.

Mánamorgunin hevði Uttanlandsnevndin fund um útspælið frá løgmanni. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa nakað at vita, hvørja niðurstøðu Uttanlandsnevndin hevur gjørt sær, men hana hevur løgmaður so fingið, men soleiðis sum málið er háttað vil hann ikki í løtuni siga nakað.

Løgmaður vil ikki siga, hvat hann nú fer at fyritaka sær. -Vit royna tað, sum roynast kann fyri at fáa gongd á aftur málið. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at landsstýrið arbeiðir seriøst og miðvíst við hesum álvarsmáli.

Tað hevur heldur ikki eydnast okkum at fáa at vita, um ætlanin hjá nýggja landsstýrinum er at halda fast um ynskið hjá undanfarna løgmanni um at fáa málið uppá hægsta politiska stig ella um ein roynd verður gjørd aftrat at fáa antin samráðingarnevnd ella samráðingarleiðaran at taka upp fund við bretar.

Soleiðis sum málið hevur útviklað seg kann tað hugsast, at uppgávan hjá samráðingarnevndini sum so er lokin í ov við, at undanfarni løgmaður metti ikki, at hon kundi gera meira og tók politiska stigið, men tað er ikki vist, at samráðingarleiðarin Árni Olafsson er úti av spælinum fyri tað. Eitt stig, sum altíð verður roynt í endaspurtinum í torførum samráðingum sum hesum, er at lata leiðararnar í tveimum ymiskum samráðingarnevndum sondera økið og vita, hvørjir møguleikar eru fyri eini loysn, áðrenn endaliga stigið til politiskar samráðingar ella dómstólin verður tikið. Hetta er vanligur diplomatiskur framgangsháttur, og tí kann ein gita, at ein slík roynd kann blíva gjørd.

Bretar hava so eisini víst á fleiri ferðir í seinastuni, at teir halda ikki, at málið her og nú er búgvið til fund millum politisku leiðararnar í báðum londum. Teir halda, at enn kann okkurt gerast á embætismannastøði. Herfyri settu teir so eisini ein diplomat í leiðarasessin í teirra samráðingarnevnd, og burtur úr tí kann ein kanska lesa, at teir vilja hava eina loysn, sum ikki eins og áður strandar í juridiskum ivamálum.