John Johannessen,Løgtingsmaður
So var Fólkaflokkurin aftur á bananum við einari rangsnúgving av veruleikanum. Eftirhondini sær tað út til, at rangsnúgvingarnar eru vorðnar ein vani. Ella kanska er tað herviligur valfepur, ið herjar ávísar fólkafloksmenn nú um dagarnar...
Hesaferð tekur Anfinn Kallsberg sær æruna av, at uppskot verður lagt fyri danska fólkatingið um at útbyggja flogvøllin í Vágum. Í tíðindaskrivi verður boðað frá, at “eftir áheitan frá Anfinni Kallsberg, fólkatingsmanni, verður uppskotið um útbygging av flogvøllinum í Vágum nú lagt fram á danska fólkatinginum”.
Tey sum kenna eitt sindur til málið vita, at Anfinn Kallsberg í síni løgmanstíð tosaði nógv um at fáa flogvøllin útbygdan og síðani yvirtiknan. Men tey vita eisini, at úrslit spurdust ongi burtur úr teimum mongu proklamatiónunum. Í øllum førum ikki onnur úrslit enn nógvar forsíður í bløðunum. Í so máta ein søga, ið líkist nógv søguni um Gásadalstunnilin, sum Fólkaflokkurin við landsins skjaldarmerki aftanfyri seg hevur latið upp og hátíðarhildið rættiliga nógvar ferðir á ymiskar hættir. Altíð við fullum stuðli frá ókritiskum fjølmiðlum.
Jóannes fekk semju
Í valstríðnum – ikki hesum nýggja hjá Fólkaflokkinum, men til seinasta løgtingsval – lovaði Javnaðarflokkurin at fáa loyst málið um útbyggingina og yvirtøkuna av Vága Floghavn. Hetta lyftið stóðu vit fast við, tá vit 31. januar 2004 skipaðu samgongu og yvirtóku løgmansembætið.
4. apríl 2005 var liðugt at samráðast. Formaður Javnaðarfloksins hevði nú røkt løgmansembætið í eitt stórt ár, og hendan 4. apríl fór hann við morgunflogfarinum til Keypmannahavnar at skriva undir felags yvirlýsing saman við danska forsætisráðharran um yvirtøku og útbygging av Vága Floghavn, umframt onnur týðandi stórmál.
Í felags yvirlýsingini siga Anders Fogh Rasmussen og Jóannes Eidesgaard seg vera samdar um, “at søge driften og ejerskab af de danskejede dele af Vágar Lufthavn overført til de færøske myndigheder. Samtidig hermed tilvejebringes den nødvendige kapital til opdatering af lufthavnen ved, at egenkapitalen i Investeringsfonden for Færøerne nedkapitaliseres med tilsvarende beløb”.
Á ríkisfundi 27. juni 2006 verður avtalan endaliga staðfest og undirritað í formligari semju ímillum danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen, og Føroya løgmann, Jóannes Eidesgaard.
Skuldi henda nú
Tíðindavirðið í propagandaskrivinum frá Anfinni Kallsberg er, at danska lógaruppskotið, sum verður grundarlag undir yvirtøkuni og útbyggingini, nú verður lagt fyri Fólkatingið. Men at hetta hendir eftir harraboðum frá Anfinni Kallsberg er rangsnúgving av grovasta slag.
Boðini úr Danmark hava leingi verið, at danska stjórnin fór at leggja málið fyri Fólkatingið í byrjanini av 2007. Tí er tað púra rætt, sum Høgni Hoydal sigur á Portalinum sunnukvøldið, at danir hava boðað frá, at málið fór at verða lagt fram antin í desember 2006 ella í byrjanini av 2007.
Fullur sannleiki er tað eisini, tá Høgni Hoydal í somu tíðindagrein á Portalinum ger vart við, at Anfinn Kallsberg pyntar seg við læntum fjaðrum og at hann onki hevur við málið at gera.
Hetta var enn eitt dømi um eitt mál, har føroyska pressan uppfatar Anfinn Kallsberg sum tað fullkomna oraklið og letur seg brúka í einum ósmædnum valtaktiskum spæli hjá Fólkaflokkinum. Men pressan er ikki einsamøll. Í onkrum politiskum flokki, sum eg kenni rættiliga væl, er Anfinn Kallsberg eisini tað fullkomna oraklið. Tí hoyra vit so fá mótmæli ímóti rangsnúgvingunum...