Liverpool sendi fyrr í summar eina umsókn inn, har felagið hevði ynski um at útbyggja traditiónsríka leikvøllin Anfield Road.
Í dag hevur felagið fingið at vita, at umsóknin er góðkend.
Anfield Road fer tí í framtíðini at taka umleið 58.000 áskoðarar. Í løtuni tekur Anfield Road 46.000 áskoðarar.
Ætlanin er at arbeiði skal byrja í januar 2015, og at útbyggingin verður liðug til 2016/2017 kappingarárið.
Við útbyggingini kemur Anfield at vera triðstørsti leikvøllurin í Onglandi. Hinir báðir, ið eru størri eru Emirates og Old Trafford.