Anelka vil úr Fenerbache

Eitt av stóru nøvnunum, sum eru á liðnum hjá Fenerbache, ið B36 skal spæla móti mikukvøldið, er fraklendingurin, Nicolas Anelka.
Anelka hevur gjøgnum ár og dag skapt hópin av rumbli í enskum, sponskum og fronskum fótbolti, og nú er líkt til, at sama søgan endurtekur seg í Turkalandi.
Enskir fjølmiðlar vita at siga, at Anelka hevur tosað við Harry Redknapp og Portsmouth, sum sigst vera til reiðar at rinda Fenerbache 90 mió kr. fyri spælaran. Verður skiftið veruleiki, verður Portsmouth fjórða enska felagið hjá spælaranum, ið áður hevur spælt fyri Arsenal, Liverpool og Manchester City.
Á heimsíðuni, www.fenerbache.org, verður tó avsannað, at Anelka skal nakran veg, og venjarin hjá felagnum, Zico, staðfestir, at hann ikki hevur nakrar sum helst trupulleikar av Anelka.