Andy Carroll til West Ham

Fyri næstan 200 milliónir krónur minni enn Liverpool keypti hann fyri í januar 2011, hevur West Ham tryggja sær enska framherjin Andy Carroll.

 

Hann gjørdist dýrasti bretski spælarin nakrantíð, tá Liverpool keypti hann fyri 305 milliónir krónur frá Newcastle. Nú keypir West Ham stóra framherjan fyri 130 milliónir krónur frá Liverpool, eftir at Andy Carroll í fjør var útleigaður til júst West Ham.

 

Andy Carroll var í gjár til læknakanning og alt gekk sum tað skuldi sambært Twitter-síðuni hjá øðrum av West Ham eigarunum, David Gold.

 

Sambært bretskum miðlum, so vil West Ham hava ein framherja afturat í hópin. Talan skal verða um leigu av antin Romelu Lukaku hjá Chelsea ella Wilfred Zaha hjá Manchester United. Eisini Demba Ba skal verða upp á tal, men tað inniber, at Chelsea eru sinnaðir at leiga hann út.

 

Sambært somu bretsku fjølmiðlunum, so skal Liverpool brúka pengarnar upp á armenska landsliðsspælaran Henrikh Mkhitaryan, sum til dagligt spælir við Shakhtar Donetsk í Ukreina.