Tað kemur fyri, at andstøðuflokkarnir í løgtinginum koma við einum uppskotið, sum samgongan ikki kveistrar av borðinum. Eftir ein heldur úrslitaleysan mánadag, har øll andstøðuuppskotini um broytingar í fíggjarlógini vórðu feld, hevði Javnaðarflokkurin størri hepni við einum uppskotið um at broya starvsfólkalógina.
Hans Pauli Strøm vil hava landsstýrið at broyta lógina, so tann sokallaða 120-daga reglan verður strikað úr starvsfólkalógini. 120-daga reglan sigur, at eitt alment arbeiðspláss kann siga einum starvsfólki úr starvi, um viðkomandi hevur verið sjúkur í meira enn 120 dagar í einum tíðarskeiði upp á eitt ár. Uppsagnartíðin kann sambært lógini verða ein mánaði, meðan uppsagnartíðin í øðrum førum er millum 6 mánaðir og eitt ár.
Fyribyrgja uppsøgn
Javnaðartingmaðurin heldur, at tað almenna í staðin fyri at hava eina reglu um uppsøgn eftir 120 dagar sjúkrafráveru skal hava ein meira aktivan leiklut í at varðveita ella fáa starvsfólkini inn aftur á arbeiðsmarknaðin. Er eingin annar útvegur enn at siga starvsfólkinum upp, so skal uppsagnartíðin leingjast, so hon í øllum førum er millum 6 mánaðir og eitt ár.
Og hesum taka flestu flokkarnir í løgtinginum undir við, vísti viðgerðin í løgtinginum týsdagin. Framsøgumenninir hjá bæði samgonguflokkum og andstøðuflokkum søgdu seg taka undir við uppskotinum. Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum helt, at talan var um eitt gott uppskot, sum broytir starvsfólkalógina, so hon samsvarar við aðra lóggávu á almannaøkinium, har roynt verður at geva teimum sjúku ein møguleika afturat á arbeiðsmarknaðinum.
Hóast framsøðumaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jógvan á Lakjuni, er samdur í, at tað er óheppið at siga fólki upp, tí tey gerast sjúk, so hevði hann kortini ávís fyrivarni. Hann vildi ikki siga, um flokkurin tekur undir við uppskotinum ella ikki, tí fyrst vil hann hava greiði á, hvussu ofta 120-reglan verður nýtt á arbeiðsmarknaðinum, og um lógarbroytingin veruliga bøtir um støðuna hjá starvsfólkum. Men hann lovaði eins og aðrir tingmenn at geva uppskotinum eina gjølliga viðgerð.
Fylgja rákinum
Sambært Hans Paula Strøm fylgja Føroyar rákinum í øðrum londum, um vit í staðin fyri at siga fólki upp vegna sjúku, royna at fyribyrgja, at fólk nakrantíð leggjast heima í so langa tíð vegna sjúku. Hans Pauli Strøm skjýtur upp, at almennu arbeiðsplássini fáa eitt sjúkraráð, sum hevur til endamáls at røkja áhugamálini hjá sjúku starvsfólkunum. Ráðið skal royna at finna arbeiðsuppgávur ella skipa arbeiðstíðina, so hon verður lagað til heilsubrekið hjá sjúka starvsfólkinum.
Hans Pauli Strøm heldur ikki, at tað krevur ov nógv av arbeiðsplássunum at skipa eitt tílíkt sjúkraráð, tí ráðið kemur bert saman, tá eitt starvsfólk verður sjúkrameldað í longri tíð, og tað er ikki so ofta.
Vinnunevndin hjá løgtinginum skal nú viðgera uppskotið hjá Hans Paula Strøm.