? Tað er løgi, at politikkurin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum skal vera at broyta andstøðuuppskot og síðani fáa tey samtykt sum síni egnu.
Hetta heldur Vilhelm Johannesen, framsøgumaður Javnaðarfloksins í fíggjar- og skattamálum, sum hevur havt ein stóran leiklut í at snikka saman skattalættauppskotið hjá andstøðuni, sum løgtingið vrakaði á tingfundinum mikudagin.
? Tá okkara uppskot kom til fyrstu viðgerðar, skundaði Karsten Hansen sær at koma í tingið við einum uppskoti um skattalætta, sum líktist okkara rættuliga nógv. Eg eri vísur í, at komu vit ikki við okkara uppskoti, hevði einki uppskot um skattalætta komið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sigur Vilhelm Johannesen.
Barnafrádrátturin gott dømi
Størsti munurin á skattalættauppskotinum hjá andstøðuni og tí hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum var, at uppskotið hjá andstøðuni legði upp til at hækka barnafrádráttin við 2.000 krónum, soleiðis at hann kom upp á 6.000 krónur.
Hetta var eisini tað, sum undir 2. viðgerðunum av mongu uppskotunum um skattaábøtur í tinginum mikudagin elvdi til stríð í samgonguni. Fólkaflokkurin hevði hug at taka undir við uppskotinum, men tordi ikki fyri Tjóðveldisflokkinum, sum eigur landsstýrismannin í fíggjarmálum. Fólkaflokkurin ræddist samgonguslit.
Dempari varð tó lagdur á stríðið, tá løgtingið samdist um, at uppskotið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum skuldi viðgerðast í fíggjarnevndini eina løtu og síðani koma afur í tingið. Undir hesi viðgerðini boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at Fíggjarmálastýrið arbeiðir við einari ætlan um at hækka barnafrádráttin. Hetta var eisini tað, sum at enda fekk Fólkaflokkin til at atkvøða fyri uppskotinum hjá Karsten Hansen.
? Hetta er ógvuliga løgi. Karsten Hansen hevur nevniliga als ikki arbeitt við at hækka barnafrádráttin í sínum uppskoti. Tað kom tíðiliga fram undir viðgerðini mikumorgunin. Hetta er nakað, ið brádliga stakk seg upp, eftir at Fólkaflokkurin heilt greitt undir viðgerðini mikudagin hevði víst á, at hann vildi hava barnafrádráttin hækkaðan, eins og andstøðan skjeyt upp, sigur Vilhelm Johannesen.
? Sama er eisini galdandi fyri onnur uppskot, andstøðan kemur við, millum annað uppskotið um at lækka avgjaldið á bensini og uppskotið um at avtaka karensdagarnar fyri tímalønt, vísir Vilhelm Johannesen á.
Kortini ásannar Vilhelm Johannesen, at andstøðan má fegnast um, at samgongan vil kopiera andstøðuuppskotini.