Formenninir fyri báðar teir stóru andstøðuflokkarnar fara at mæla sínum veljarum til at atkvøða nei á fólkaatkvøðuni 26. mai.
Hetta gjørdu báðir greitt eftir tíðindafundin í Tinganesi í kvøld. Teir halda, at landsstýrið royndir at bóndafanga veljaran við at binda seg til eina fólkaatkvøðu afturat í 2012, sum skal staðfesta Føroya sum fullveldisríki