Høvdu sviar havt val til Ríkisdagin í dag, hevði anstøðan vunnið valið. Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum Sifo hevur gjørt. Eftir kanningini høvdu Sosialdemokratarnir, Vinstriflokkurin og Umhvørvisflokkurin fingið 50,2 prosent av atkvøðunum.
Tann borgarliga stjórnarsamgongan hjá Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra hevði fingið 40,8 prosent.
Kanningin vísir, at Sosialdemokratarnir høvdu fingið ta størstu framgongina og stjórnarflokkurin Moderaterne ta størstu afturgongdina, um val var nú.