Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er fegin um, at uppskotið um at tolla sigarettum verður tikið aftur, men hann undrast á tilgongdina í málinum.
- Tá málið kom fram á fyrsta sinni var Jóannes Eidesgaard ímóti tí. So bleiv hann brádliga fyri, og nú hevur hann tikið uppskotið aftur, tí hann verður trýstur av sínum egnu. Tað vísir bara, hvussu tilvild og eitt undarligt maktspæl fer fram alla tíðina. Í hesum føri verður fíggjarmálaráðharrin stýrdur av Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum, á sama hatt, sum vit fyrr hava sæð í ABC-samgongum, sigur Høgni Hoydal.
Búskaparlig fyrilit
Høgni Hoydal metir, at í hesum máli er nakað at vinna heilsupolitiskt, um tollur varð lagdur á innflutningin av sigarettum hjá ferðafólki, men í hesum føri metir hann, at avgerðin skal vera vinnupolitisk.
- Tá eitt tílíkt inntriv verður gjørt í eina vinnu. Í hesum føri í ferðavinnuna, er týdningarmikið, at mann er samdur um, hvat mann ger. Tí er hetta eitt mál, ið skal viðgerast við vinnupolitiskum fyrilitið, og tað eru ikki fyritreytir fyri tí, metir Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at øll tilgongdin í málinum hevur verið óprofessionel og vísir, hvussu føroyskur politikkur er skrúvaður saman.