Endaliga úrslitið av íslendska valinum er, at stjórnarflokkarnir hava ein tingmann í meiriluta, og at andstøðuflokkarnir kring alt landið hava í alt fingið trettan atkvøður fleiri enn stjórnarflokkarnir Klokkan tíggju minuttir í níggju í morgun vóru teir lidnir at telja upp eftir valið til Altingið, sum var í gjár. Stjórnarflokkarnir ? Sjálvstaðisflokkurin og Framsóknarflokkurin ? hava framvegis meirilutan í Altinginum. Undan valinum høvdu teir báðir stjórnarflokkarnir 34 av 63 tingmonnum. Nú hava teir 32 tingmenn. Framsóknarflokkurin hevur mist fimm tingmenn og hevur nú sjey , og Sjálvstaðisflokkurin hevur vunnið tríggjar og hevur nú 25.
Frælslyntu hava framvegis fýra tingmenn. Samfylkingin hevur mist tveir og hevur nú 18. Vinstri-grønu hava vunnið fýra afturat og hava nú níggju tingmenn. Andstøðuflokkarnir hava 31 tingmenn tilsaman.
Tað kemur meiri enn so fyri í Føroyum, at tað ikki er samsvar millum lutfalsliga veljaratalið og lutfallið millum valdu floksumboðanina. Soleiðis er tað eisini viðhvørt aðra staðni. Eitt nú á forsetavalinum í USA í 2004. Parlamentval í Bretlandi hava eisini onkra ferðina verið dømi um hetta.
Nú tað er liðugt at telja upp eftir valið í Íslandi í gjár, er úrslitið, at 88.098 ella 48,3 prosent hava atkvøtt fyri stjórnarflokkunum, og at 88.111 ella 48,4 prosent hava atkvøtt fyri teimum andstøðuflokkunum, sum rukku upp um tinggáttina. Andstøðuflokkarnir í Altinginum eiga trettan atkvøður fleiri millum veljararnar enn stjórnarflokkarnar. Meiri avgerandi er tað kortini, at stjórnarflokkarnir eiga ein tingmann meiri enn andstøðuflokkarnir.